Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sigfríður: Vit tapa móti einum betri liði í dag

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Gert Hansen siga frá báðum málunum Víkingur fekk í 2-0 sigrinum á EB/Streymi í Hólmanum á Eiði. Hoyr Gert taka samanum dystin, og hoyr samrøðurnar Trygvi gjørdi við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Sigfríður S. Clementsen og við veteranin hjá Víkingi, Sølvi Vatnhamar.

Sigfríður staðfesti, at EB/Streymur tapti fyri einum betri liði í dag, men arbeiðssetningurin bleiv enn torførari tá Virgar Jónsson fekk seinna reyða kortið. Sølvi fegnast um, at Víkingur hevur fingið glið á málskjótingina, samstundis sum teir í Víkingi halda tætt í verjuni. Sølvi mátti eisini seta orð á ársins avbrennara í Hólmanum á Eiði hetta kappingarárið, tá hann blanka fríur frammanfyri málinum sendi bóltin uppum málið.

Mynd: Trygvi Absalonsen