Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hópbardagi í Havn: Treytað fongsulsrevsing til ófriðarkropparnar

Annar varð funnin sekur í hin var ósekur í at hava framt harðskap í felag, men hin varð funnin sekur í at hava kastað onkran lut eftir órættaðu

Dómur er fallin í málinum um hópbardagan, sum fór fram 27. Februar í fjør, og úrslitið gjørdist, at annar av teimum ákærdu varð funnin sekur í ákæruni um harðskap í felag, meðan hin varð funnin ósekur.

Í ákæruritinum høvdu teir báðir ymiskar ákærur, har annar teirra var ákærdur fyri at hava kastað eitt glas í høvdið á einum av teimum órættaðu, meðan báðir ákærdu vóru ákærdir fyri í felag og saman við øðrum ókendum persónum at hava framt grovan harðskap móti tveimum monnum í miðbýnum.

Annar ákærdi – tað er hann, sum var ákærdur fyri at hava kastað eitt glas – hevði eisini eina røð av øðrum ákærum, ið snúðu seg um mangt og hvat. Hann varð fríkendur í ákæruni um harðskap í felag, men varð funnin sekur í øðrum málum, Hóast rætturin ikki helt, at tað kundi prógvast, at hann hevði kastað eitt glas í høvdið á einum av teimum órættaðu, so metti rætturin, at hann hevði kastað okkurt.

Fyri øll lógarbrotini fekk maðurin 40 daga treytaða fongsulsrevsing við treyt um samfelagstænastu. Eisini skal maðurin rinda 36.000 krónur í bót, umframt at hann er frákendur førararættin í tvey og eitt hálvt ár.

Hin maðurin varð funnin sekur í at hava framt harðskap í felag, og revsingin hjá honum gjørdist 60 daga treytað fongsulsrevsing við treyt um samfelagstænastu.

Løgreglan legði út sjónband av bardaganum

Tað serliga við málinum er, at eftir harðskapstilburðin almannakunngjørdi løgreglan sjónbandaupptøkur á Facebook frá tilburðinum, tí løgreglan sóknaðist eftir at vita, hvørjir menninir vóru, sum tóku lut í harðskapinum.

Les eisini...  Bótin fyri nýtslu av handhildnari fartelefon verður dýrari

Sjónbandið vísti tað, sum sá út sum ein hópbardagi við springvatnið í miðbýnum, men løgreglan tók sjónbandið burtur aftur heilt skjótt.

Á sjónbandinum vóru rættiliga nógvir ungir menn innblandaðir í bardaganum, men bert tveir teirra sótu mánadagin á ákærubonkinum.

Løgreglan fann altso ikki fram til hinar ófriðarkropparnar við sjónbandinum.

Tað var í kjalarvørrinum á hesari harðskapshendingini, at Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, aftur eftirlýsti at fáa vakmyndatól sett upp í miðbýnum í Havn.

Við Kringvarpið segði Heðin Mortensen tá, at hann hevði verið í samskifti við løgregluna, sum eisini ynskti at fáa vakmyndatól sett upp í miðbýnum.

-Tíðin er komin til at vit mugu verja okkara borgarar og fólk, sum ganga í býnum, frá at koma illa fyri, segði Heðin Mortensen.