Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

U-Hópurin til Baltic Cup úttikin

Sigtór Petersen hevur sett navn á tær 18 genturnar, ið skulu umboða Føroyar til Baltic Cup 2023 í Litava frá 21. til 28. august

Nú er greitt, hvussu hópurin hjá føroyska U15-landsliðnum við gentum verður mannaður til Baltic Cup 2023.

Saman við hjálparvenjaranum, Allani Smedemark, hevur Sigtór Petersen, ið hevur evstu ábyrgd av liðnum, úttikið 18 gentur, ið skulu umboða Føroyar til kappingina, sum í ár verður í Litava frá 21. til 28. august.

Enn er ikki endaliga greitt, hvørji lond luttaka í Baltic Cup 2023 hjá U15-gentunum, men leikdagarnir verða 23., 25. og 27. august.

Hópurin sær soleiðis út:
Ása Lea Ellefsen Næss, B36
Beinta Klemmentsen, B36
Sirið Láberg Petersen, B36
Sigrið Hansdóttir, B36
Lilja Højsted, B71
Klára Døgg Edvardsdóttir, EB/Streymur
Hanna Ellefsen, GVI (Danmark)
Laura Thorsteinsson, FC Suðuroy
Elin Elmelund Hansen, HB
Kaja Poulsdóttir Toftegaard, ÍF
Kára Sigurðsson, KÍ
Sunnvá Skipanes, NSÍ
Naomi Hansen, NSÍ
Emma Charlotta Knudsen, NSÍ
Rakul Maria Rasmussen, Skála
Sara Benjaminse, Skála
Anna Katrina Gregersen Poulsen, Skála
Bianca Rose Andreasen, Víkingur

Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo