Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hvør skal steðga Djokovic?

Eingin Federer. Eingin Nadal. Og heldur eingin Kyrgios. Er nakar førur fyri at steðga Novak Djokovic til Wimbledon?

Um tvær vikur verður ivaleyst best røktaða grasplena í heiminum, Centre Court á Wimbledon, karmur um eitt av hæddarpunktunum í tennissesongini.

Tí Wimbledon er í dag farið av bakkastokki.

Komandi tvær vikurnar skulu 128 menn og 128 kvinnur dystast um meistaraheitini bæði, og tá avtornar eru bert tvey, ið hava vunnið sjey dystir á rað og kunnu kalla seg Wimbledon meistara.

Talan verður í øllum førum um eina øðrvísi kapping hjá monnunum í ár enn undanfarin ár. Roger Federer legði kettjaran á hillina í fjør og verður tí ikki við í ár, og Rafa Nadal stríðist við framvegis við skaðar, og verður tí heldur ikki við. Hetta verður av somu orsøk eisini fyrstu ferð síðan 1998, at annar teirra ikki er við.

Av teimum “stóru trimum” er altso bert Novak Djokovic eftir, sum hevur møguleikan at leggja seg ájavnt metið hjá Federer við átta Wimbledon meistaraheitum.

Og tað er torført at síggja, júst hvør tað er, sum skal bjóða Novak Djokovic av í ár.

Finalistarnir undanfarnu tvey árini hava givið avboð

Nick Kyrgios, evnaríka illsinnavættið úr Australia, sum var í finaluni móti Djokovic í fjør, hevur tikið seg úr kappingini í ár orsakað av skaða, og Kyrgios hevði eisini bert spælt ein dyst í alt ár.

Matteo Berrettini, sum var í finaluni móti Djokovic fyrraárið (sum Djokovic vann), er vanliga kendur fyri at vera ein óalmindeliga góður leikari á grasi. Berrettini hevur kortini stríðst við skaðar og vánalig úrslit í ár, og er farin skramblandi niður eftir á ATP styrkilistanum, og liggur í løtuni sum nummar 38.

Les eisini...  Tað riggar ikki at keypa ferðaseðil til New York

Uttan iva er størsta hóttanin móti Djokovic frá antin Carlos Alcaraz, Daniil Medvedev ella danska Holger Rune.

Holger Rune

Holger Rune hevur havt eitt gott ár, og danska stjørnuskotið tekur seg frameftir fram sum tennisleikari. Rune er kortini ikki kendur sum nakar grasleikari sum so, og higartil í ár hevur hann bert spælt á grasi til Queen’s, sum var herfyri. Eftir sigrar í fyrstu trimum umførunum gjørdist tað til ein ósigur í hálvfinaluni móti Alex de Minaur, og spurningurin er, um tað úrslitið boðar frá góðum, nú hann skal ígjøgnum sjey dystir fyri at kunna kalla seg Wimbledon meistara.

Medvedev hevur sigrað á Djokovic fimm ferðir

Daniil Medvedev er ivaleyst tann spælarin, sum hevur flest royndir at spæla móti Djokovic. 14 dystir eru spældir teirra millum, har Medvedev hevur vunnið fimm teirra. Ein heilt respektabul head-to-head uppgerð, sum ikki nógv onnur kunnu erpa sær av. Serliga nú tá argastu kappingarneytarnir hjá Djokovic ikki eru við.

Medvedev verður roknaður sum ein hard-court serfrøðingur, og grasundirlagið er ikki hansara yndis. 

Tað sæst eisini aftur á úrslitunum hjá honum á grasi í ár, har hann mátti lúta fyri Adrian Mannarino í øðrum umfari av Den Bosch og fyri Bautista Agu í fjórðingsfinaluni í Halle.

Fer Alcaraz at tapa stríðið móti nervunum?

Eftir er Carlos Alcaraz, sum í løtuni liggur nummar eitt styrkilistanum hjá ATP. Alcaraz hevur bert spælt eina graskapping í ár, sum hann eisini vann, og tað var í Queen’s. At síggja til hevur Alcaraz kanska bert útlit at sigra á Djokovic, um vit døma út frá grasúrslitunum í ár. Hinvegin hevur Alcaraz bert spælt móti Djokovic eina ferð fyrr, og tað var í hálvfinaluni til French Open.

Les eisini...  Yvirtaka arbeiðs- og uppihaldsloyvir og familjusameining

Hóast tann dysturin fekk eina brakandi byrjan, so fekk Alcaraz brádliga krampar um allan kroppin, og Djokovic vann tvey seinastu settini so at siga uttan at sveitta.

Eftir dystin greiddi Alcaraz frá, at hann var uppetin av nervum, og at hann vónaði, at næstu ferð hann skal møta Djokovic, so verður tamarhald á nervunum.

Spurningurin er so, um hann hevur fingið tamarhald á nervunum.