Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Boða frá skerdum virksemi

Nakrir dagstovnar í Tórshavnar kommunu fara at hava skert virksemi eftir summarfrítíðina

– Tað kann roknast við, at einstakar stovur mugu koyra við skerdum virksemi beint eftir summarsteðgin inn til størvini eru sett. Men arbeitt verður av øllum alvi at avmarka hetta sum mest.

Tað skrivar Barna- og Ungdómsdeildin hjá Tórshavnar kommunu í boðum til foreldur og avvarðandi á Foreldraglugganum hjá kommununi.

Deildin skrivar, at sum heild sær tað gott út, og hava flestu dagstovnar og stovur fingið ella eru við at seta starvsfólk í leysu størvini, men á nøkrum stovnum restar tó enn nakað í at fáa sett nóg mikið av starvsfólkum eftir summarsteðgin, og tí kann roknast við, at virksemið verður skert nakað í summum dagstovnum.

Barna- og Ungdómsdeildin sigur, at fyrireikingarnar til at byrja upp aftur eftir summarsteðgin eru tó longu byrjaðar, og tí eru nógvar starvslýsingar um arbeiði á dagstovnum í Tórshavnar kommunu at síggja í hesum døgum.

– Sum heild er stórt starvsfólkatrot í samfelagnum, og tað hava vit eisini merkt fylgjurnar av á dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu við lutfalsliga nógvum skerdum virksemi. Hetta eru vit og politiska skipanin varug við, og vit arbeiða við at finna loysnir til at fyribyrgja skerdum virksemi, skrivar deildin í boðum til foreldur og avvarðandi.