Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kortanei til Orknoyggjar

Myndugleikarnir á Orknoyggjum skulu í dag viðgera framtíðina hjá Orknoyggjum, men Orknoyggjar sleppa ongan veg, eru boðini frá bretsku stjórnini

Lokalu myndugleikarnir á Orknoyggjum skulu í dag viðgera spurningin, um hvørt Orknoyggjar skulu kanna møguleikarnar fyri aðrari leiðslu, teirra millum nærri sambandi við Norðurlond, størri sjálvræði og at gerast atland eins og Jersey, Guernsey og Man.

Støðan hjá Orknoyggjum hevur verið á breddanum seinastu dagarnar, síðan myndugleikarnir har luftaðu tankanum um at gerast partur av Norðurlondum – serliga Norra – tí at menningin av Orknoyggjum undir verandi leisti ikki er nóg góð.

Leiðarin fyri økisráðið á Orknoyggjum, James Stockan, hevur millum annað víst á, at flotin av ferjum, ið siglir millum oyggjarnar, er ov gamal, og yvirhøvur verða Orknoyggjar afturútsigldar.

Stockan vísir eisini á, at í Norra hava tey eina heilt aðra tilgongd til útjaðaran, ið hevði komið Orknoyggjum til góðar.

Orknoyggjar sleppa ongan veg

Ætlanirnar hjá myndugleikunum á Orknoyggjum fáa kortini ikki góða móttøku í bretsku stjórnini, og Rishi Sunak, forsætisráðharri í Stórabretlandi, sigur, at tað kemur ikki upp á talu, at Orknoyggjar loysa.

Stórabretland er sterkari sameint, sigur Rishi Sunak og ger greitt, at bretska stjórnin hevur ikki ætlanir um at broyta ætlanirnar við myndugleikabýtinum norðanfyri, har oyggjarnar norðanfyri fáa 50 milliónir pund frá bretsku stjórnini til menning.

Samstundis skal skotska stjórnin eisini lata 50 milliónir pund.

Íløgurnar fara kortini ikki bert til Orknoyggjar, men eisini til Hetlands og til Suðuroyggjar.