Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Pætur og tveir aðrir settir av liðnum

Pætur Petersen og tveir aðrir viðspælarar vórðu í síðstu viku settir av KA-liðnum vegna lýdnisbrot. Teir valdu at steðga á í Reykjavík eitt leygarkvøld, heldur enn at ferðast saman hinum liðfeløgunum heimaftur til Akureyrar

Tríggir KA-spælarar vóru ikki við liðnum móti ÍBV á Vestmannaoyggjum mikudagin í síðstu viku vegna lýdnisbrot, eftir at teir – uttan loyvi – avgjørdu at steðga ein dag longri í Reykjavík eftir dyst móti KR leygardagin tann 24. juni, sum KA Akureyri tapti 2-0. KA tapti eisini 2-0 fyri ÍBV seinasta mikudag.

Tað er íslendska Rás 2, ið vil vera við, at Pætur Petersen, Harley Willard og Þorri Mar Þórisson eftir dystin móti KR Reykjavík leygardagin 24. juni valdu at steðga í íslendska høvuðsstaðnum, heldur enn at ferðast saman við sínum viðspælarum heim aftur til Akureyrar.

Hallgrímur Jónasson, venjari hjá KA, váttar fyri íslendska netmiðlinum, Vísir, at hesir tríggir sótu yvir móti ÍBV vegna lýdnisbrot, men hann sigur samstundis, at allir tríggir spælararnir eru tøkir aftur til næsta dyst, sum verður í kvøld, tá Pætur Petersen og KA Akureyri taka ímóti Klæminti A. Olsen og Breiðabliki í hálvfinaluni í Mjólkarbikar-steypakappingini.

– Eg havi tosað við teir
Venjarin hjá Pæturi og KA, Hallgrímur Jónasson, sigur við Vísir, at liðið ferðast saman til útidystirnar, og ferðast eisini saman heim eftir dyst.

– Spælararnir høvdu fingið ein frídag eftir dystin móti KR í Reykjavík, og hesir tríggir avgjørdu so at vera verandi í Reykjavík, men bóðu ikki um loyvi til tess. Tí avgjørdu vit, at teir ikki skuldu vera við í dystinum móti ÍBV seinasta mikudag, sigur Hallgrímur.

– Eg havi tosað við teir, og teir skiltu væl, at hatta ikki var í ordan. Hetta er ikki nakað, sum vit í KA ynskja at standa fyri, at fólk taka eina avgerð ikki at ferðast saman við restina av liðnum, sigur venjarin hjá KA Akureyri.

Les eisini...  Video: Pætur og KA í steypafinaluni

Til útidystir flýgur KA úr Akureyri áðrenn, men koyrir so við bussi heimaftur eftir dyst. Túrurin við bussi úr til dømis Reykjavík til Akureyrar tekur umleið fýra og ein hálvan til fimm tímar at koyra.

Pætur og KA liggja í løtuni á einum sætta plássi í bestu mansdeildini í Íslandi við 17 stigum, meðan Klæmint, Patrik og Breiðablik eru nummar trý við 24 stigum. Á fyrsta plássinum eru Gunnar og Víkingur Reykjavík við 37 stigum.