Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Móttøka fyri luttakarum á Special Olympics World Games

Í dag verður móttøka fyri teimum 12 íðkarunum, sum vóru við á Special Olympics World Games í Berlin

Í dag, týsdagin 4. juli kl. 13.30-15.00, verður móttøka fyri teimum 12 íðkarunum, sum vóru við á Special Olympics World Games í Berlin 17.-25. juni.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í ítróttarmálum, heldur fagnaðarrøðu.

Móttøkan verður í Almanna- og mentamálaráðnum, Eirargarði 2.