Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Stoltenberg heldur fram sum Nato-aðalskrivari

Tosað varð um, at Mette Frederiksen møguliga skuldi verða nýggjur aðalskrivari í Nato, men nú er greitt, at Jens Stoltenberg heldur fram

Jens Stoltenberg heldur fram sum aðalskrivari í Nato fram til 1. Oktober í 2024.

Hesum boðar Jens Stoltenberg sjálvur frá á Twitter, eftir at umboðsfólk fyri Nato londini hva góðtikið avgerðina.

-Eg eri æraður av avgerðini hjá teimum sameindu um at leingja mína tíð sum aðalstjóri fram til 1. Oktober í 2024. Transatlantiska sambandiå millum Evropa og Norðuramerika hevur tryggjað frælsi og  trygd í næstan 75 ár, og í einum vandamiklum heimi er okkara samgonga týdningarmiklari enn nakrantíð áður, skrivar Jens Stoltenberg á Twitter.

Tað var annars ætlanin, at Stoltenberg skuldi gevast sum aðalstjóri eftir níggju ár í starvinum, og summi vildu vera við, at Mette Frederiksen, statsministari, var í uppskoti til nýggjan aðalskrivara.

Men tað verður so í øllum førum ikki fyrr enn næsta ár, nú tað er greitt, at Stoltenberg heldur fram.