Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Rógvi Jacobsen settur sum tekniskur stjóri í Vága kommunu

Vága kommuna boðar í dag frá, at 37 ára gamli Rógvi Jacobsen er settur í starv sum tekniskur stjóri

Rógvi Jacobsen er settur í starv sum tekniskur stjóri í Vága kommunu.

Hetta sigur kommunan í dag.

Rógvi Jacobsen er 37 ára gamal og hevur útbúgving sum byggifrøðingur frá Horsens.

-Rógvi hevur viðkomandi royndir, bæði innan tað tekniskt fakliga og innan leiðslu. Hann hevur innlit í kommunala fyrisiting, tí seinastu tvey árini hevur hann verið tekniskur leiðari í Sørvágs kommunu. Áðrenn hetta var hann verkætlanarleiðari hjá Articon, har hann eisini var í læru sum húsasmiður frá 2004 til 2008. Harumframt hevur hann eisini tikið fleiri viðkomandi skeið, t.d. innan byggijura, byggireglugerðina BK17 og annað, sigur Vága kommuna.

Høvuðsuppgávurnar hjá Rógva verða m.a. leiðsla av tekniska toyminum í umsitingini, leiðsla av arbeiðsformanni, leiðandi húsavørði, gartnara og havnaumsjónarfólkið, ráðgeving til politisku skipanina, býar og byggiplanlegging, stýring av kommunalum byggi- og viðlíkahaldsarbeiði,  umframt fleiri aðrar spennandi uppgávur.

Rógvi Jacobsen byrjar í starvinum tann 1. september 2023.