Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Dypparar vesturi í Vágum fáa felagshús

Vága kommuna hevur samtykt staðsetingina at byggja eitt felagshús, sum felagið Aldan ætlar at byggja í Miðvági

Á býráðsfundinum hjá Vága kommunu í gjárkvøldið, sum samstundis var seinasti fundur hjá býráðnum í 2023, var eitt mál á skránni, har felagið Aldan hevur søkt um at fáa eitt øki at byggja eitt dyppihús á.

Á býráðsfundinum møttu umleið 12 dyppikvinnur á býráðsfundi fyri at hoyra, og møguliga ávirka, avgerðina hjá býráðnum.

Her samtykti býráðið einmælt at taka undir við umsóknini, og valdi at geva Alduni eina jólagávu.

– Týdningurin av einum felagsskapi og samanhaldið er ikki at forsmáa, og vísti uppmøtingin akkurát tað Aldan stendur fyri, skrivar Vága kommuna á heimasíðu sínari.

Ætlanin hjá Alduni er, at byggja eitt felagshús, har tær sum dyppa kunnu fara inn at skifta, og annars hugna sær saman aftaná ein svimjitúr. Økið talan er um, er úti á Kletti í Miðvági, beint við dráttin við bátahylin, har Aldan ætlar at byggja eitt felagshús upp á umleið 45 fermetrar.   

Býráðið metti, at hugskotið er gott, og at staðsetingin við dráttin hóskar væl til eitt tílíkt felagshús. Tó mælti býráðið til, at mest loyvda hædd á húsinum kann vera tríggjar metrar til yvirgrind, og í mesta lagið 4,5 metrar til møn, og at húsið skal vera flytbart, umframt at atlit skulu takast til atkomu út á pirin.

– Aldan er ein ungur felagsskapur, har tað lætta sinni og vælvera veruliga hevur fingið fótafesti. Sum kommuna gleðast vit um hetta, tí Aldan veruliga er ímyndin av ABC fyri sálarliga heilsu, skrivar kommunan.