Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

B36 og HB fáa eina millión í part

Feløgini megna ikki at halda felagshúsini viðlíka og hava tí biðið kommununa um eina millión í part

Tórshavnar býráð samtykti á býráðsfundi í gjár at lata eina millión í part til feløgini HB og B36.

Peningurin varð latin eftir umbøn frá feløgunum, sum siga seg hava trupulleikar við at halda felagshúsini í Gundadali viðlíka.

Tórshavnar kommuna sigur, at húsini eru ikki nýggj longur, og at javnan hava verið trupulleikar við lekum frá tribunu og tekju, sum hava gjørt skaða inni í bygningunum.

Fíggjarliga byrðan at halda húsini, og at endurnýggja hølini, eru ein byrða hjá feløgunum, sum vilja vera við, at hetta gongur út yvir ítróttarliga virksemi – bæði fíggjarliga og í mun til trivnaðin.

Feløgini bæði ynskja eina skipan, har kommunan játtar røkt- og bygningsviðlíkahaldið av báðum felagsbygningunum við fastari upphædd í eitt ávíst áramál, so at feløgini kunnu fáa lagt eina ætlan fyri at dagføra bygningarnar til nútíðarstand.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at HB og B36 fáa pening frá kommununi til bygningarnar, og eisini hava feløgini áður fingið árligan rakstrarstuðul eitt nú til orkuútreiðslur, sum eisini er brúktur til viðlíkhald av bygningunum.

Umsitingin hjá Tórshavnar kommunu heldur, at fastur leistur eigur at verða lagdur fyri stuðul til rakstur og viðlíkahald av felagsbygningum hjá ítróttarfeløgunum í kommununi, soleiðis at øll ítróttarfeløg eru líka fyri stuðulsmøguleikum. Eisini varð mælt til, at peningurin til viðlíkahaldið varð tikið av íløgukarmunum fyri innandurða spælipláss og frælsan ítrótt.

Ein meiriluti – bæði í mentamálanevndini og fíggjarnevndini – tók undir við tilmælinum frá umsitingini.

Annika Olsen, sum situr í báðum nevndunum, tók kortini ikki undir við málinum, tí peningurin verður tikin av játtanini til ætlaðu ljósskipanina á Tórsbreyt.

Les eisini...  Føroyska laksaskipanin verður ikki nýtt í Norra

Annika Olsen setti tí fram broytingaruppskot, har peningurin skuldi brúkast av játtanini til Kvøldskúlan, ístaðin fyri játtanini til ljósskipan, men hetta broytingaruppskotið fall.