Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Paul Watson hevur longu fólk í Føroyum

Felagsskapurin Sea Shepherd í Bretlandi, sum í løtuni hevur fólk í Føroyum, hevur broytt navn til Captain Paul Watson Foundation UK

Sea Shepherd hevur tey seinnu árini havt fólk í Føroyum, sum hava dokumenterað grindadráp, sum tey kalla tað.

Tað er serliga Sea Shepherd-felagsskapurin í Bretlandi, ið hevur verið til staðar her í Føroyum, men tað nýggja er, at nú hevur hesin felagsskapurin broytt navn til Captain Paul Watson Foundation UK, og tey eru longu í landinum.

Í tíðindaskrivi skrivar Captain Paul Watson Foundation UK, at í ár er áttandu ferð á rað, at felagsskapurin – nú við nýggjum navni – er í Føroyum, har endamálið er enn sum áður; at grindadráp og springaradráp heldur uppat.

Eisini sigur felagsskapurin, at meðan tey eru í Føroyum, so fara tey at reinsa strendurnar, og nýggjastu myndirnar vísa, at Captain Paul Watson Foundation UK hevur verið í Skálabotni og tikið ymiskt plastikk upp, ið hevur ligið við sjóvarmálan, millum annað spreingileidningar úr plasti.

(Greinin heldur fram undir myndini)

(Fyrrverandi Sea Shepherd-fólk, nú Captain Paul Watson Foundation-fólk hava ruddað strondina í Skálabotni mánadagin (Mynd: Facebook/Captain Paul Watson Foundation UK)

Sløkt AIS-skipanina
Í gjár skrivaði jn.fo, at John Paul Dejoria hevði loyst úr Killybegs í Írlandi.

Men verður hugt inn á heimasíðuna, har skipaferðsla verður skrásett, marinetraffic.com, so sæst ikki, hvar skipið hjá Paul Watson er statt í løtuni, tí bendir alt á, at skipið hevur sløkt sína AIS-skipan, sum annars er eitt krav hjá skipum at hava frá.

AIS er ein sjálvvirkandi identifikatiónsskipan, sum skal tryggja, at myndugleikarnir altíð vita hvar eitt skip er, men eisini ein hjálp fyri skipaferðsluna, so onnur skip eisini vita, hvar skip eru stødd.

Les eisini...  Páll Finnur Páll á Mentanarnáttini á Tvøroyri

Captain Paul Watson Foundation UK skuldi upprunaliga til Íslands at mótmæla veiðu eftir nebbafiksi, men nú, tá ið eingin stórhvalur fyribils ikki skal veiðast áðrenn 31. august, so hevur Paul Watson nú vent eyguni móti Føroyum og føroyskum grindadrápi og springaradrápi, har hann altso longu hevur fólk á staðnum.

Fyrradagin segði Micael Boolsen, fúti, við KvF, at løgreglan er farin at fyrireika øll neyðug stig í samband við, at Paul Watson hevur í hyggju at koma á vitjan, men hann hevði tá ikki fleiri viðmerkingar enn tað, at fyrireikingar eru í gongd.

(Kelda: Facebook/Neptunes Navy John Paul Dejoria)