Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tveir menn dømdir fyri at smugla næstan 10 kilo

Tveir menn vórðu í dag dømdir ávíkavist tríggjar mánaðar og eitt ár fimm mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hava roynt at smugla næstan 10 kilo av hashi til Føroya

Tveir menn vórðu í Føroya rætti í dag dømdir fyri at hava roynt at smugla næstan 10 kilo av hashi til Føroya.

Menninir vórðu handtiknir 24. Mei, og talan var tá um eitt felags átak millum løgregluna og Taks.

Annar maðurin varð handtikin saman við einari kvinnu við teimum 10 kilounum av hashi í einum bili, og tann handtøkan førdi við sær, at stutt eftir varð ein annar maður handtikin á einum skipi, sum stutt frammanunda var komið til Føroya úr útlondum.

Kvinnan, sum varð handtikin, varð ikki ákærd í málinum. 

Annar maðurin varð dømdur tríggjar mánaða treytaleysa fongsulsrevsing, meðan hin varð dømdur eitt ár og fimm mánaðar fongsulsrevsing.

Maðurin, ið fekk harðara dómin, varð dømdu fyri lógarbrot frammanundan, og eisini hevði hann onkran treytaðan dóm, sum varð tikin við hesaferð.

Pástandurin hjá ákæruvaldinum var ávíkavist eitt ár og níggju mánaðar og eitt ár og tíggju mánaðar fongsulsrevsing til teir báðar menninar, og staðfest kann, at í øllum førum annar dómurin er rættiliga langt frá tí, sum ákæruvaldið pástóð.

Maðurin, sum fekk harðara dómin, kærdi dómin umgangandi til Landsrættin, og ákæruvaldið mótkærir tí eisini fyri at fáa skerpaða revsing.