Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

– Skilagott at eftirmeta skipanina við Landsbankanum

Skipanin við Landsbankanevndini og Búskaparráðnum hevur verið fyri nógvum atfinningum, og skilagott hevði verið at eftirmett hana, heldur Ruth Vang, landsstýriskvinna

Tað hevði verið skilagott at eftirmett skipanina við Landsbankanum.

Tað heldur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, hevur sett Ruth Vang fyrispurning um ætlanirnar við skipanini av Landsbankanum og Búskaparráðnum, nú stovnarnir báðir hava somu nevnd.

Ruth Vang vísir á, at nógvar atfinningar hava verið í sambandi við broytingina.

-Ein atfinning, sum var í sambandi við broytingina hjá undanfarna landsstýri var, at tað var óheppið, at nevndin fyri Landsbankan og Búskaparráðið skuldi vera sama nevnd, tí uppgávurnar vóru ymiskar og kundu í summum førum vera í stríð við hvørja aðra, sigur Ruth Vang.

Og hóast málið ikki hevur verið í landsstýrinum enn, heldur Ruth Vang, at tað hevði verið skilagott at eftirmett skipanina.