Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fótbóltsskýlið klokkan 16 í dag

Í dag viðgerð Fótbóltsskýlið føroysku liðini í Evropa, flytingargluggan, sum letur aftur mikudagin og so viðgera vit botnstríðið í Betri Deildini til seinnu helvt

Í Fótbóltsskýlinum í dag fara vit at viðgera føroysku liðini, sum fara at spæla evropeiskan fótbólt í komandi viku. Kemur nakað lið víðari? Og er tað í ár, at KÍ kemur í eitt bólkaspæl?

Flytingargluggin letur aftur mikudagin. Kunnu vit vænta okkum nakrar spælaraflytingar innan mikudagin? Hvør hevur brúk fyri at styrkja um liðið, og hvør hevur ikki brúk fyri at styrkja um liðið, men kanska ger tað alíkavæl?

Og hvussu fer botnstríðið at síggja í Betri Deildini til seinnu helvt?

Í Fótbóltsskýlinum í dag eru Frankie Jensen, formaður í venjarafelagnum, og Jákup Ósá, tíðindamaður.

Vertur er Sigurjón Einarsson.