Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Dømdur fyri at eiga 1044 riflupatrónir

Ein maður er í Føroya rætti dømdur fyri at hava um hendi 1044 riflupatrónir. Hann hevði kortini onga riflu

Ein 27 ára gamal maður fekk í Føroya rætti týsdagin 7.500 krónur í bót fyri brot á vápnalógina.

Maðurin varð dømdur fyri at hava um hendi 1044 riflupatrónir og ein totenschlægara, sum er ein politistavur.

Løgreglan kom fram á ólógligu patrónirnar á bústaðinum hjá manninum í mars í 2021, og eisini fann løgreglan leivdir eftir rúsevnum hjá manninum.

Hóast maðurin hevði ríkiligt av lóðuri, var eingin rifla hjá manninum.