Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Samanumtøka av kappróðrinum í dag

Í dag hevur Fjarðastevna verið og kappróðurin átti sítt serstaka pláss. Her taka vit samanum dagin ið fór í kappróðri

Í fagrasta veðrið vísti tjóðarítróttin seg frá síni vakrastu síðu. Skálafjørðurin var karmur um enn ein serstakan róður.

Her eru vinnaratíðirnar:

5-mannafar dreingir
Fípan Fagra (KRF) gjørdist vinnari við tíðini 02:34.18

5-mannafar gentur
Sílið (HR) gjørdist vinnari við tíðini 02:43.04

5-mannafar dreingir 14-16 ár
Geytin (TIND) gjørdist vinnari við tíðini 05:08.35

5-mannafar gentur 14-16 ár
Sílið (HR) gjørdist vinnari við tíðini 05:30.05

5-mannafar dreingir 17-18 ár
Fípan Fagra (KRF) gjørdist vinnari við tíðini 05:05.14

5-mannafar gentur 17-18 ár
Kjósin (KÍF) gjørdist vinnari við tíðini 05:21.22

5-mannafar kvinnur
Drekin (HR) gjørdist vinnari við tíðini 05:14.43

6-mannafar menn
Víkingur (HR) gjørdist vinnari við tíðini 04:51.38

6-mannafar kvinnur
Jarnbardur (RK) gjørdist vinnari við tíðini 05:12.06

6-mannafar kvinnur, masters
Tvørabáturin (FSR) gjørdist vinnari við tíðini 05:30.47

8-mannafar menn
Nevið Reyða (KRF) gjørdist vinnari við tíðini 04:37.43

10-mannafar menn
Klaksvíkingur (KRF) gjørdist vinnari við tíðini 04:26.13

Sostatt stóð í dagsins sigrum javnt millum Klaksvíkar Róðrarfelag (4) og Havnar Róðrarfelag (4).

Undan dagsins kappróðri, var valla ivamál um, at mest umtalaði róðurin var róðurin hjá 10-mannaførunum. Her megnaði sigursvandi Klaksvíkingur at hála seg framum stoltu manningina á Norðingi. Megnar Norðingur at vinna næsta róður, verður FM finala millum síðstnevndu manningarnar á Ólavsøku. Tað borgar fyri einum sonnum gysara, um so verður.

Aðrar tíðir frá Fjarðastevnuni og FM støður kunnu síggjast á heimasíðuni hjá Róðrarsambandinum her: https://urslit.rsf.fo

Myndirnar hevur Miriam Jóhansdóttir Hávarsá úr Klaksvík tikið.