Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Drápið gekk væl og eingin blandaði seg uppí

Tað vóru ikki so nógvir hvalir, sum mett varð frammanundan

Ein grind hevur akkurát lagt beinini á Sandagerði.

Drápið gekk væl, og tað gingu kanska tíggju minuttir frá, at fyrsti hvalurin hevði lagt beinini til tann seinasti varð hálaður upp á turt og tikin av døgum.

Nakrir hvalir høvdu svomið seg upp á land í grótinum móti Landssjúkrahúsinum, men menn vóru skjótir yvir har eisini.

Mett varð undan drápinum, at talan var eina grind upp ímóti 100 hvalum, men tá tað kom til stykkis vóru tað umleið 70-80 hval, ið løgdu beinini.

Hóast djóraverndarfelagsskapir vóru á staðnum, so var tað eingin, sum blandaði seg uppí grindadrápið.