Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Heimsins dýrasti Galácticos

Hann tænti Real Madrid sera væl bæði sum leikari og venjari.

Tann 9. juli 2007 keypti Real Madrid Zinedine Zidane, sum tvær ferðir hevði vunnið Ballon d’Or, frá Juventus fyri eitt heimsmet áljóðandi £46,6 milliónir.

Franski miðvallarleikarin hevði staðið seg sera væl undanfarnu árini, tá hann hevði verið við til at vunnið tvey Serie meistaraheiti á rað (1997 og 1998) umframt tveyari í Champions League bæði árini (seinna árið ímóti Real Madrid). Hann hevði eisini vunnið HM við Fraklandi 1998 og vann Ballon d’Or sama ár. hann vann aftur Ballon d’Or í 2000, tá hann gjørdist EM-vinnari við Fraklandi. FIFA tilnevndi hann at vera heimsins besta leikara í 1998 og 2000.

Eftir fimm kappingarár við Juventus, lokkaði Real Madrid hann burtur við ætlanini um Galácticos, sum eisini umfataði undanfaran heimsins dýrasta keyp, tá Real Madrid árið fyri keypti Luis Figo fyri £37 milliónir frá Barcelona. Zidane segði sjálvur: “Fyri tíð síðani segði eg, at talan er um rættiliga nógvar pengar og eg var ikki verdur hasa upphæddina. Talan er í veruleikanum um nógvar pengar, tað eri eg greiður yvir og mín meining er ikki broytt tí viðvíkjandi. Ein nýggj avbjóðing stendur fyri framman og eg hevði brúk fyri onkrum øðrum. Í dag fullu tingini upp á pláss.”

Hóast vónirnar vóru høgar orsakað av høgu upphæddini, so hevði Zidane eina framúrskarandi fótbóltslívsleið í Madrid, har hann fyrsta árið vann Champions League, UEFA Super Cup og Intercontinental Cup. Hann legði eitt meistaraheiti afturat í 2003 og varð somuleiðis kosin heimsins besti leikari í 2003 av FIFA umframt Ballon d’Or vinnari sama ár.

Hóast hann steðgaði í 2006, so varð hann verandi rundan um Real Madrid og tók í januar 2016 við sum venjari. Fyrsta árið vann hann Champions League, og árið eftir bæði Champions League og La Liga. Julen Lopetegui og Santiago Solari vóru fyribils venjarar frá juni 2018 til mars 2019, tá Zidane aftur tók við róðrinum og stýrdi Real Madrid til triðja Champions League finanlusigurin á rað. Undir hansara leiðslu vann Real Madrid aftur meistaraheitið í 2019-20.