Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

ES ynskir meir burðardygga tøkni

ES hevur veruliga sligið nevan í borðið, hvat burðardyggari tøkni viðvíkur

Feta ostur kann bara kallast feta um hann er framleiddur í Grikkalandi. Tað skal avgerast, hvussu nógv kanel kann vera í kanelsniglum. Alt hetta eru avgerðir, ið kitla í oyrunum hjá politikkarunum handan ES borðini.

Tað er ikki hissini krøv, ið ES setur fram fyri tøknirisunum. Í eini roynd at skapa meir burðardygga tøkni, verða fylgirnar umfatandi fyri fyritøkuna Apple. Serliga iPhone framleiðslan fær toyggið. 27. desember 2024 verður nevniliga ein rættiliga umfatandi dagur hjá Apple. Her hava teir fingið harraboð um at strika teirra egna lightning-kaðal og hareftir framleiðina løðarakaðilin við USB C stikki. Sambært Computerworld fer hetta at hava nógv skjótari løðiferð við sær.

Vit kenna øll til tað, at okkurt skal skiftast á okkara trúfasta fylgisveini. Okkara iPhone. Eitt nú battaríið. Tað er ikki bara bara at fara í holt við. Fyri at ikki siga ómøguligt, uttan røttu tólini. Men hetta hevur EU nú avgjørt, at tøkniframleiðslurnar skulu geva øllum møguleika at skifta týdningarmestu lutirnar út við egnari hond. Hetta kann hava við sær, at skerm- og battarískift gerast nógv bíligari enn áður, leggur Computerworld afturat.

Digital Markets Act
Apple fær 30 prosent av hvørjari krónu ið verður vunnin av app-sølu og -keypum. Hetta verður nú eisini søga, longu í ár, tá hendan fráboðan verður sett í gildi. Tað merkir, at aðrir tøkniligir framleiðarar kunnu bjóða appir til iOS stýrisskipanina, ið annars er undir Apple. ES fer harumframt at stýra, hvørjar appir automatiskt eru á telefonini, tá hon verður opnað á fyrsta sinni. ES-borgarar fara tískil at hava nógv størri ávirkan á, um teir ynskja at hava appir sum Safari, Mail, iTunes og Maps á telefonini, áðrenn teir fáa hana handaði yvir diskin.

Les eisini...  Frá skrell til skrukk  

Slitstyrkið
ES hevur eisini sett stór krøv fyri haldgóðskuna. Hon skal tola meiri stoyt og slit, soleiðis at tær ikki verða útskiftar so nógv. Samstundis skal battaríið klára at løðast minst 800 ferðir, uttan at fara niður um 80 prosent í battaríheilsu.