Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Frá skrell til skrukk  

Articon ger høsnarhús úr burturkasti

Fyritøkan Articon hevur seinnu árini gjørt fleiri átøk, at skilja burturkast og til at spara upp á brennievni.

Nýggjasta átakið er at smíða høsnarhús úr tilfari, ið annars fer burtur, til dømis avskurðir av plankum, plátum og øðrum tilfari.

– Høsnarhúsini hjá Articon fara at verða seld fyri kostnaðin av arbeiðslønini, skrivar felagið á sínum Facebook-vanga.

Fyrsta húsið er um at vera liðugt og klárt at seta til sølu. Húsini verða smíðað í góðu umstøðunum í elementhøllini hjá Articon á Sundi, har skúlanæmingar í starvsvenjing, saman við handverkara, framleiða høsnarhúsini.

– Vónandi verður eisini hetta átak fyri burðardygdini væl móttikið, skrivar felagið.

(Myndir: Facebook/Articon)