Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sverri á øðrum plássi í World Cup

Føroyska hetjan á einskullaranum megnaði eitt at vinna sær eitt flott annað pláss, til World Cup í Lucerne

Hetta var triðja og seinasta World Cup stevnan á hesum sinni. Aftur hesaferð gjørdist tað 26 ára gamli týskarin, Oliver Ziedler, ið vann á føroyska Sverra Sandberg Nielsen. Um kappingina sigur gullvinnarin við World Rowing Cup tíðindafólk:

– Sera góð kapping í ár. Eg kláraði at taka tað stig fyri stig, og nú eri eg vísur í, at eg komi til World Championships.

Týskarin var sjey sekund frammanfyri okkara mann, Sverra Sandberg Nielsen. Áður hevur munurin verið eitt knapt sekund. Týskarin megnaði at vinna eitt hattrick, har hann vann allar tríggjar World Cup stevnurnar.

Um tveir mánaðir er HM, sum eisini er ein gyltur ferðaseðil til OL 2024 í París.