Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Netanyahu: – Øll, ið fremja terror, enda í fongsul ella í grøvini

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, slóð fast við sjeytummaseymi á landsleiðslufundi í dag, at hansara samgonga slær hart niður á yvirgangsmenn

Ísraelska stjórnin hevur í dag havt almennan landsleiðslufund. Tað kom greitt fram, at ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, ætlar at føra sama verndarpolitikk sum áður.

Millum annað sigur hann á fundinum: – Lat meg siga tað so klárt, sum eg kann. Øll, ið við terror sláa ísraelar í hel, enda antin í fongsul ella í grøvini.

Fyrr í vikuni var ísraelska verjuverkið í eini hernaðaruppgávu í flóttaleguni í Jenin á Vesturbreddanum. Vesturbreddin hevur verið undir Ísrael síðani 1967. Bæði Ísrael og Palestina mistu landsmenn í sambandi við hernaðaruppgávuna.

Víðari sigur Netanyahu, at teir hava tríggjar hættir at niðurberja eitt nú militantar palestinar.
– Fyrst avrokna vit brotsmenninar. Hareftir fara vit eftir teimum, ið standa aftanfyri tilrættisleggingina av hesum. Til síðst fara inn og taka teir av bóli.

Í tíðindabrævið skrivar forsetin í Palestina, Mahmoud Abbas, at hann hevur fryst samráðingarnar og trygdarsamskiftið við ísraelska statin.