Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

283 fólk hava fingið tilboð um lestrarpláss á Setrinum

Fróðskaparsetur Føroya hevur bjóðað 283 umsøkjarum lestrarpláss í ár. Til samanberingar var talið 285 í 2022. Lestrarskrivstovan boðar frá, at lýst verður við møguligum tøkum lestrarplássum frá 7. august.

283 av teimum tilsamans 389 umsøkjarunum í ár hava fingið tilboð um lestrarpláss á Fróðskaparsetrinum. 237 hava fingið tilboð um bachelorútbúgving, 45 um masterútbúgving og ein um hjánám.

Býtið sæst niðanfyri:

BachelorUmsóknirBjóðað pláss
Sjúkrarøktarfrøði, summar4426
Sjúkrarøktarfrøði, vetur5525
Føroyskt45
Fólkaskúlalærari5235
Námsfrøðingur4635
KT-verkfrøði1814
Verkfrøði1010
Diplom í webmenning53
Søga57
Stjórnmálafrøði814
Samfelagsvísindi914
Búskaparfrøði og virkisfrøði1619
Løgfrøði5821
Listaligt arbeiði109
Bachelor tilsamans340237
   
Hjánám
Føroyskt11
Hjánám tilsamans11
   
Master
Søga33
Samfelagsvísindi og stjórnmálafrøði98
Løgfrøði33
Føroyskt22
Leiðsla og skipan1513
Dátuvísindi1616
Master tilsamans4845
   
Tilsamans389283

Lestrarskrivstovan hevur eisini gjørt upp, hvat lægsta miðaltal var, sum fekk bjóðað lestrarpláss í kvotu 1.

Tølini vísa m.a., at hóast Setrið nú bjóðar Sjúkrarøktarfrøði út tvær ferðir árliga, so er lægsta miðaltalið vaksið við 0,9 (úr 7,2 upp í 8,1) frá í fjør.

Lægsta miðaltal í kvotu 1, sum fekk bjóðað lestrarpláss 
      
 20232022202120202019
Fólkaskúlalærari7,06,57,68,35,8
Námsfrøði5,15,76,37,06,0
Sjúkrarøktarfrøði8,17,27,78,27,8

Lestrarskrivstovan boðar frá, at lýst verður við møguligum tøkum lestrarplássum frá 7. august.

Kelda: Fróðskaparsetur Føroya