Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jenis av Rana átalar nýtslu av tyssibumbum í Ukraina

Jenis av Rana vil hava amerikanska forsetan at sleppa ætlanunum um at senda tyssibumbur til Ukraina. Nýtsla av tyssibumbum er bannað sambært altjóða konventión, men hvørki USA, Ukraina ella Russland eru partar av konventiónini

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, hevur sent amerikanska sendimanninum í Keypmannahavn, Alan Leventhal, eitt skriv, har hann heitir á amerikanska forsetan um at broyta avgerð um at senda tyssibumbur til Ukraina.

Joe Biden, forseti, gjørdi herfyri av, at eisini tyssibumbur skulu sendast til Ukraina sum hjálp í stríðnum móti Russlandi.

Fleiri enn 100 lond hava skrivað undir konventión um ikki at nýta tyssibumbur ella tyssilóður, men hvørki USA, Ukraina ella Russland eru partar av konventiónini.

Ein tyssibumba er eitt hylki ella eitt tyssi við hópin av smáum bumbum, ið kunnu bresta yvir eitt rættiliga stórt øki á somu tíð. Trupulleikin við tyssibumbum er kortini tann, at tað er ikki altíð, at allar smáu bumburnar bresta beinanveg, og eins og landminur kunnu tær tí vera til álvarsaman vanda nógv ár aftaná tær eru sleptar.

Jenis av Rana vísir í skrivinum á, at hóast hann staðiliga fordømir tað, sum verður gjørt móti fólkinum í Ukraina, metir hann ikki, at tað er rætt at senda hesi “altoyðileggjandi” vápnini til Ukraina, sum hann málber seg.

Jenis av Rana óttast, at hetta fer at hava við sær, at stríðið í Ukraina harðnar, og at krígsbrotsverkini í dag fara at síggjast aftur í framtíðini.

Jenis av Rana vil heldur mæla Joe Biden til at gera eina roynd at fáa Ukraina og Russland aftur til semingsborðið, soleiðis at stríðið í Ukraina kann fáa ein enda.