Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

F.C Midtjylland nærkast keyp av HM málskjútta

Danska felagið F.C Midtjylland eru komnir til semju við Jeonbuk Hyundai, um leikaran Cho Gue-sung.

Cho Gue-sung verður sannlíkt kunngjørdur í danska felagnum F.C Midtjylland, prísurin er áljóðandi kr. 22,6 mió.

Í vetur vístu feløg sum Celtic, Mainz og Minnesota United áhuga í áleyparan.

Tann 25 ára gamli áleyparin hevur leikt 26 landsdystir og skorað 6 mál. Tá ið HM var í vetur, skoraði Cho Gue-sung tvey mál í dystinum millum Suður Korea og Ghana.

Cho Gue-sung skrivar ein 5 ára sáttmála við F.C Midtjylland, sambært miðlum.

F.C Midtjylland hava frammanundan keypt Sverrir Ingi Ingason og Iver Fossum, hettar verður sostatt triðja tilgongdin í summar.