Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fótbóltsleikari fekk Viktoriukross

Einasti fótbóltsleikari, sum hevur fingið hægsta bretska heiðursmerki, sum veitt verður fyri aburðardirvi í kríggi.

Tann 10. juli 1916 doyði Donald Simpson Bell, ið var fyrsti yrkisleikarin, sum meldaði seg inn í bretska herin, í bardaga við Somme í Fraklandi.

Donald Bell varð føddur í Harrogate tann 3. desember í 1890. Hann var dugnaligur til cricket og var liðskipari á skúlaliðnum, men best dámdi honum fótbóltsspælið. Tá ið hann byrjaði at lesa á Westminster College í London í september 1909, varð hann knýttur at Crystal Palace sum áhugaleikari. Á skúlanum stóð hann seg væl í fótbólti, rugby og cricket, men hevði ongan dyst spælt fyri Crystal Palace, tá hann var liðugur við skúlan í 1911.

Hann fór aftur til Harrogate, har hann fekk eitt lærarastarv á Starbeck College. Kortini hevði hann framvegis alsk til fótbóltsspælið, og spældi við eykaliðnum hjá Newcastle United og Bishop Auckland, áðrenn hann skifti til Mirfield United. Í oktober 1912 fekk 22-ára gamli Bell fyrsta yrkissáttmála, tá ið hann skrivaði undir við 2. deildarfelagið Bradford Park Avenue. Bell kendi seg tryggan í verjuni ella á miðvøllinum og spældi fyrsta dystin fyri Bradford ímóti Wolverhampton Wanderers í 1913. Hann spældi fimm dystir afturat fyri felagið og liðið flutti upp í bestu deildina í 1914-15, men tá var Stóra Bretland drigið inní fyrra heimsbardaga. Skjótt gjørdist Bell fyrsti yrkisleikarin, sum fór í hertænastu og í november 1915 kom hann til Fraklands sum undirloytnantur við West Yorkshire Regiment.

Tann 5. juli 1916 var hann við Somme, tá hann vann sær Viktoriukrossin, ið er hægsta bretska heiðursmerki, sum veitt verður fyri aburðardirvi í kríggi. Sambært London Gazette: “Undir einum álopi varð eitt máttmikið síðuskotríð sent av stað móti álopsdeildini frá einari illviljaðari maskinbyrsu. Bell undirloytnantur tók beinanvegin sjálvur stig til og kreyp upp í eina samskiftisgrøv, og varð síðani fylgdur av Colwill korporáli og vanliga hermanninum Batey. Teir runnu tvørtur um vígvøllin undir ógvisligum skotríðum og løgdu á maskinbyrsuna. Teir skutu byrsumannin við hansara revolvara, og oyðiløgdu skotvápn og hermenn við bumbum. Henda sera djarva gerðin bjargaði nógvum lívum og tryggjaði, at álopið eydnaðist væl.”

Bell kendi seg kortini ikki sum nakra hetju og sendi mammuni bræv stutt eftir bardagan, har hann skrivaði: “Eg má viðganga, at hepni var við okkum og eg gjørdi onki serligt… Eg blakaði bumbuna og hon orðnaði rest.” Um hepni gjørdi seg galdandi, so var tað fráverandi fimm dagar seinni, tá 25-ára gamli Donald Bell Simpson varð dripin, meðan hann royndi seg við einari líknandi atsókn.

Les eisini...  Barsilsbólkur til tey við rúsbundnum foreldrum ella maka

Felagið fyri Yrkisleikarar keypti hansara Viktoriukross – tann einasti, sum er tillutaður einum yrkisleikara –  og onnur krígsheiðursmerki á einari uppboðssølu í 2010 fyri £221.000 og lutirnir verða sýndir fram á National Football Museum í Manchester.