Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Grein um haturstalu, politiskt talufrælsi og “cancel culture” við í vísindaligum tíðarriti

Nýggj vísindalig grein eftir Sigri M. Gaïni, phd-kandidat í politiskari filosofi, er útgivin í vísindaliga tíðarritinum "ATHENA - Critical Inquiries in Law, Philosophy and Globalization"

Sigri M. Gaïni, phd-kandidat í politiskari filosofi, hevur útgivið nýggja grein um haturstalu, politiskt talufræsi og “cancel culture” í vísindaliga tíðarritinum “ATHENA – Critical Inquiries in Law, Philosophy and Globalization”.

Greinin, ið er javnlíkamett (peer reviewed), eitur Democratic Formation as the Response to a Growing Cancel Culture viðger vaksandi trupulleikan av sokallaðu “avlýsingarmentanini”, ið fyrst av øllum sæst aftur á universitetum í USA. 

Í greinini leggur Sigri M. Gaïni fram eitt nýtt argument: The Argument from Democratic Formation (á føroyskum: Argumentið um fólkaræðisliga myndan).

Hetta argumentið knýtir tvey vanliga mótsigandi sjónarmið, hvørt á síni síðu av kjakinum um politiskt talufrælsi, saman. Argumentið umboðar bæði tað sjónarmið, at lógir ímóti haturstalu eru neyðugar, og um somu tíð tað sjónarmið, at “cancel culture” ikki eigur at góðtakast í einum liberalum fólkaræði. 

Greinin kann lesast frítt her.

Kelda: Fróðskaparsetur Føroya