Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

FM1 sigur frá dystinum í Klaksvík í kvøld

KÍ møtir Ferencváros í Champions League-undankappingini í kvøld, og FM1 er sjálvandi á staðnum

Í kvøld byrjar undankappingin til Champions League, tá KÍ tekur ímóti meistarunum úr Ungarn, Ferencváros.

Ungarska liðið er stórfavorittur at koma víðari til næsta umfar, men KÍ hevur tvær ferðir áður spælt móti ungverskum liði, tí klaksvíkingar hava tvær ferðir spælt ímóti Újpest.

Í 1997 tapti KÍ heima 2-3 fyri Újpest, og tapti samanlagt 9-2.

Í 2002 møttust KÍ og Újpest aftur úti í Evropa. Tá megnaði KÍ at spæla javnleik 2-2 heima, meðan útidysturin varð taptur við einum máli.

Felags fyri hesar báðar dystir er, at KÍ í báðum førum megnaði at fáa tvey mál á heimavølli móti ungverskum liði.

Spurningurin er bara, hvar KÍ-málini skulu koma frá, tí undan dystinum er greitt, at Páll A. Klettskarð enn er skaddur, og so er eisini greitt, at Odmar Færø er leikbannaður til dystin í kvøld.

Hetta verður samstundis fyrsti dystur hjá Magna Hoseth úti í Evropa – sum venjari. Og so hevur russiski venjarin hjá Ferencváros verið í Føroyum áður. Karismatiski venjarin hjá Ferencváros eitur Stanislav Cherchesov, og hann stóð í mál á russiska landsliðnum í minniliga 2-5 landsdystinum á Svangaskarði í september í 1995, tá Henning Jarnskor og Todi Jónsson skelkaðu russisku bjørnina eina løtu, tá Henning fyrst hevði javnað og Todi síðan legði Føroyar á odda 2-1 tíggju minuttir inn í seinna hálvleik. Russiska bjørnin ressaðist tó, og endaliga úrslitið gjørdist 5-2 til Russland.

Dysturin í kvøld byrjar klokkan 19.45, og FM1 byrjar at senda klokkan 19.30.

Frásøgumaður verður bersøgni Rúni á Reynatrøð, meðan Regin Sivertsen verður viðmerkjari.