Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Venja á opnum havi

Captain Paul Watson Foundation ætlar sær ikki at koma ov seint at blanda seg uppí næstu ferð, at eitt grindadráp fer fram. Nú verður dúgliga vant við skjóttgangandi bátum á opnum havi

Hann var ov seinur at leggja uppí grindadrápið á Sandagerði sunnudagin, men næstu ferð ætlar Paul Watson og felagsskapur hansara, Captain Paul Watson Foundation, ikki at koma ov seint til at órógva eitt grindadráp.

Nú verður dúgliga vant við skjóttgangandi bátum á opnum havi, og í tí sambandi hevur djóraverndarfelagsskapurin sent eitt videobrot út til sínar fylgjarar, har vant verður eystanfyri Føroyar, har skipið John Paul De Joria er statt í løtuni.

At síggja til í videobrotnum eru tað tvær vatnskutarar og ein skjóttgangandi bátur, ið vant verður við.

(Greinin heldur fram undir videobrotinum)

(Video: Facebook/Neptunes Navy John Paul Dejoria)

– Hóast ávaringar frá føroysku myndugleikunum, so fer stríðið móti grindadrápi at halda fram. John Paul De Joria var í Tórshavnar havn eftir grindadrápið sunnudagin, har sjógvurin enn var reyður av blóði frá slaktaðu hvalunum, meðan børn spældu á sandinum og eitt reikferðaskip lá við kai – við beinleiðis sjón til drápini.

– Hendan týningin av náttúruni má steðga.

– Herurin hjá Neptun (Captain Paul Watson Foundation´s Neptune Army, jour.) stendur til reiðar. Verið hangandi fyri meira dagføringar, skrivar Captain Paul Watson Foundation á sínum Facebook-vanga.