Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

FM1 sigur frá B36 og Paide Linnameeskond

Eftir flotta úrslitið hjá KÍ í gjárkvøldið, skal B36 í eldin í kvøld. FM1 sigur frá dystinum, og vit byrja at senda frá klokkan 18.45

Hesa vikuna er evropeiskur fótbóltur á skránni. Í gjárkvøldið legði KÍ fyri við at spæla javnleik móti meistarunum úr Ungarn, Ferencvaros.

Í kvøld er tað B36, ið skal fylgja góða úrslitinum norðuri í Klaksvík, upp, tá árstalsfelagið í Havn á Ovaravølli í Gundadali tekur ímóti estiska liðnum, Paide Linnameeskond, í undankappingini til Europa Conference League, har fyrrverandi B36-spælarin, Kaimar Saag, og eisini fyrrverandi Liverpool-spælarin, Ragnar Klavan, spæla við.

Í bestu estisku deildini hevur tað ikki sæð so gott út hjá Paide. Liðið hevur bert tveir sigrar í sínum seinastu tíggju dystunum, har liðið eisini bert hevur tapt tveir dystir. Seks dystir eru endaðir við javnleiki.

B36 hevur bert tapt tveir dystir í sínum seinastu tíggju dystum í Betri Deildini, sum hava verið fyri HB og KÍ.

Dómarin kemur úr Belgia og eitur Lothar D´hondt.

Dysturin byrjar klokkan 19, men FM1 byrjar at senda klokkan 18.45.

Trygvi Absalonsen fer at siga frá dystinum, og Jóan Pauli Jacobsen er viðmerkjari.