Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Miðlar – FIFA fer at revsa Al-Nassr

Manglandi gjaldingar á kr. 3,5 mió til Leicester fyri keypið av Ahmed Musa, fer at raka felagið meint.

Felagið hjá Cristiano Ronaldo kann vantast eitt keypsforboð, sambært enska blaðið The Mirror.

Grundin fyri forboðið er manglandi bonus gjaldingar á kr. 3,5 mió til Leicester fyri keypið av Ahmed Musa í 2018.

FIFA fekk innlit í sakini í 2021 og nú vilja teir sekta felagið við einum forboðið, at keypa leikarar tey næstu trý vindeygu.

Ahmed Musa leikti 60 dystir fyri Al-Nassr í tvey kappingarár og er nú at finna í týrkiska Sivasspor.

Í farnu viku keypti felagið kroatiska Marcelo Brozovic úr Inter Milan fyri 18 mió evrur. Men tað kann vantast at blíva tað síðsta keypið í summar.