Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Springararnir hava nú sent í ein mánaða

Springararnir fóru beinan vegin hvør til sítt og hava síðn ferðast ymsar leiðir

Nú er ein mánaði fráliðin síðani springararnir vórðu merktir í Fuglafirði. Tveir sendarar virka enn. Hesir báðir springararnir fóru beinanvegin frá hvørjum øðrum, og hava síðan ferðast ymsar leiðir.

Tað sigur Havstovan í dag.

Eini springarin fór fyrst norð um Føroyar, men fór síðan suður um oyggjarnar, í økið við Bankaryggin, eystur av Føroyabanka, har hann var rættiliga støðufastur. Seinastu dagarnar hevur hesin springarin ferðast norður gjøgnum Hetlandsrennuna og eisini eystur móti Hetlandi. Hann er nú í hellingini eystaru megin Hetlandsrennuna, inni í bretskum sjógvi.

Mynd: Havstovan

Hin springarin ferðaðist rættiliga miðvíst suður á 59 breiddarstig, haðani hann snaraði vestureftir, ímóti Íslandsdýpinum, fyri síðan at venda norður ímóti Íslandsrygginum. Har hevur hann hildið til seinastu tríggjar vikurnar.