Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Metnógvir løntakarar í Føroyum

Ongantíð áður hava verið so nógvir lønmóttakarar í Føroyum sum í farna mánaði

Í juni mánaði vóru 28.445 løntakarar í Føroyum, og hetta hægsta talið á løntakarum, ið nakrantíð hevur verið.

Hetta vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.

Talið á løntakarum í juni mánaði var sostatt 111 fleiri enn mánaðin fyri, tá talið á løntakarum var 28.334, og 340 fleiri enn í juni mánaði í 2022, tá løntakaratalið var 28.105.

Sum løntakarar verða tald tey, sum í einum mánaði fáa eina lønarupphædd útgoldna, sum í misnta lagi er ájavnt eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki frá einari føroyskari ella útlendskari fyritøku. Løn fevnir bara um útint arbeiði. B-skattskyldugar inntøkur, samsýningar, lønarískoyti frá arbeiðsloysisskipanum og útgjøld so sum veitingar og eftirlønir, eru ikki taldar við.