Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Grót á vegnum til Tjørnuvíkar í morgun

Fitt av gróti lá á vegnum til Tjørnuvíkar í morgun, og neyðugt var hjá bygdafólki at rudda grótið av vegnum

Tað var ikki bara sum at siga tað hjá teimum í Tjørnuvík at sleppa til arbeiðis í morgun, tí fitt av gróti varð rapað oman á vegin til Tjørnuvíkar.

Sum sæst á myndini var talan um so mikið nógv grót, at tað bar ikki til at koyra rundan um grótið.

Tað er javnan, at grót kemur bóltandi oman eftir líðini oman á vegin til Tjørnuvíkar, og tað er misjavnt, hvussu stórt grótið er.

Fólk, sum FM1 hevur tosað við, greiðir eisini frá, at tað er komið fyri, at neyðugt hevur verið at avlíva lamb, tí tað varð illa meiðslað av grótinum.

Hesaferð vóru tað tveir tjørnuvíkingar, ið fingu flutt grótið av vegnum, soleiðis at koyrast kundi til og frá Tjørnuvík aftur, men tað hendir seg, at neyðugt er hjá Landsverk at rudda grótið burtur.