Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kurvabóltur á FM1 beinleiðis í dag kl. 11.30 og 14.00

Aftur í dag verður kurvabóltur á Oyggjaleikunum og hetta eru so seinastu dystirnir hjá kvinnum og monnum. Kvinnurnar spæla ímóti Jersey kl. 11.30 og menninir móti Ynys Mon kl. 14.00.

Tað var so nær við at kvinnurnar vunnu sín fyrsta dyst í gjár móti Jersey, so vónandi fáa tær hevnd fyri tapið í gjár.

Lurtið við á fm1 frá kl. 11.30. Eisini verður stroymt live á facebook síðuni hjá fm1.