Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Amerikanskir myndugleikar fara at kanna Prime drykkin

Amerikanski matvørustovnurin skal nú kanna, um tað er hóskandi at børn drekka vælumtóktu Prime drykkirnar. Ein fløska v Prime hevur tvífalt so nógv koffein sum eitt blikk av Red Bull

Amerikanski matvøru- og heilivágsstovnurin, FDA, fer nú at kanna nógv umtalaða orkudrykkin Prime, sum teir báðir Logan Paul og KSI standa aftanfyri.

Avgerðin at kanna orkudrykkin kemur eftir, at Chuck Schumer, senatorur, heitti á myndugleikarnar um at kanna orkudrykkin.

Amerikansku heilsumyndugleikarnir skulu kanna, hvússu støðan er við mongdini av koffeini í Prime, sum yvirhøvur verður marknaðarført til børn og ung.

Í einum Prime drykki eru 200 milligram av koffeini, sum er tað sama sum í seks blikkum av Coca cola ella tveimum blikkum av Red Bull.

Logan Paul og KSI eru báðir kendir frá Youtube, og tað er serliga millum tey heilt ungu, at teir hava sín fjepparaskarða. Tá Prime drykkurin kom á handilshillarnar kring heimin, varð hann eisini skræddur vekk umgangandi, og nógvastaðni vórðu fløskur av Prime seldar á millum annað Facebook fyri okursprísir.

Summi lond, til dømis Kanada, hava sett forboð fyri at selja Prime, tí mongdin av koffeini er oman fyri mest loyvda markinum í matvørum.

Eisini hevur Prime rættiliga høgt innihald av A-vitamin – meira enn tað er ráðiligt hjá einum barni at drekka.

Prime hevur eisini verið at síggja á handilshillunum í Danmark, men vørurnar, ið vórðu seldar í Danmark, høvdu hvørki koffein ella A-vitamin.