Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fyrsti sigurin hjá kvinnunum í kurvabólti

Spenningur var til seinasta minutt, tá føroysku kurvabóltsdamurnar í dag vunnu sín fyrsta dyst á Oyggjaleikum

Ein sera spennandi dystur var á Guernsey í dag, har føroysku kvinnurnar skuldu reisa seg eftir tepra tapið móti Jersey í gjár og tað gjørdu tær so virðiliga. Í gjár taptu tær 32-24 men í dag bar til. Spenningur var til seinasta minutt tá føroysku damurnar verðuliga reistu seg. Dysturin endaði 43-39 til Føroyar. Hetta er fyrstu ferð at damurnar eru við í nakrari kapping og má sigast at tær hava framt eitt bragd.

Eftir dystin hálaðu tær Stellu við á myndina. Stella hevur tikið myndir og stroymt live á fm1 og sigast má at hon er verðurliga fallin fyri kurvabóltsdamunum. Takk fyri Føroyar og vit eru sera stolt at hava varpað dystin út beinleiðis.

ØLL, SUM ELSKA FØROYAR, HOPPA NÚ, HOPPA NÚ