Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Her eru seinastu minuttirnir í dystinum í dag

So er seinasti dysturin hjá monnum eisini spældur. Á oyggjaleikunum á Guernsey 2023, bleiv tað til tveir sigrar hjá føroysku kurvabóltsmonnunum og vóru báðir dystirnir móti Ynys Mon. Dysturin í dag var einki undantak av stríðshuganum hjá føroysku leikarunum. Teir kempaðu so virðiliga hvønn einasta minutt og góvu alt. Tað sást á teimum at teir vóru troyttir. Megin var við at verða burtur, men alíkavæl stríddust teir væl og fingu seinna sigurin í hús í seinasta dystinum. Dysturin endaði við 60-54 til Føroyar og má sigast at dreingirnir vóru ovurfegnir av hesum.

Teir hava, eins og kvinnurnar, havt eina stravna viku og tað hoyrdist eisini á kvinnuligu kurvabóltsleikarunum, tá tær royndu at lyfta andan hjá monnunum við at syngja “pasta, rís og kyllin”. Tað er hetta, sum tey hava etið síðani tey komu til leikirnar fyri at geva teimum ta megi, sum teir høvdu brúk fyri.

Eitt sera stórt tillukku til allar:

Ásgeir Sigurður Nikulásson, Dánjal Hansen, Bjarna Werner Zachariassen, Kára Hansen, Andras Højgaard, Fríða Rana Beintuson, Ólav Weihe Joensen, Sámal Gregoriussen, Petur Ova J. Mørkøre, Jónathan Mine Olsen, Ernesto Ferrari Henriquez, Josenio Ranin, Pól Jakobsen, Allan Dybczak og John Norðbúð Thomsen fyri tykkara einastandandi stríðsanda.

Nú kunnu tit fara at eta pizza, burgara ella okkurt heilt annað.

Hoyr eisini gleðina hjá Ernesto her: