Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Síðstu minuttirnir í einastandandi kvinnusigrinum í kurvabólti

Oyggjaleikir eru og sum øll vita, so verður gjørt nógv burturúr hjá ymisku miðlunum, sum fylgja føroysku íðkarunum her á Guernsey. Føroysku íðkarirnir hava vunnið fleiri medaljur og tað er sera flott av øllum íðkarunum. Hjá øðrum er gleðin bert at vera við á leikunum eitt upplivilsi, tí øll kunnu ikki vinna gull, silvur ella bronsu.

Vit á FM1 hava eisini verið runt til ymiskar ítróttargreinar, men tá tað kemur til beinleiðis frásøgn, so hevur kurvabólturin rigga sera væl til útvarping.

Fyrsta samrøðan vit gjørdu á flogvøllinum í Vágum, áðrenn vit fóru avstað til Guernsey, var við kurvabóltsleikararnar og vóru teir spentir at koma við til leikirnar.

Fríggjadagin í síðstu viku, gingu vit ein túr í býnum og rendu okkum inn í nakrar kurvabóltsdamur, sum hugnaðu sær í einari café. Vit fingu prát við Sigrid Midjord, sum helt at tað hevði verið stuttligt um føroysku kvinnurnar kundu vunnið ein dyst.

Lítið vistu vit av hvat skuldi henda, men í øllum 4 dystunum hjá damunum, hava vit á FM1 fylgt teimum, bæði í beinleiðis frásøgn, men eisini í stroyming á facebook. Fyrsta stigið, sum Føroyar fekk, skoraði Maria Suma Poulsen og var tað stór gleði á. Í fyrsta dystinum taptu føroysku damurnar 19-45 móti Isle of Man. Annan dystin fingu tær so fleiri stig og taptu móti Guernsey 28-58. Í gjár spædu tær so móti Jersey, sum tá vann dystin 32-34. Í dag fingu tær føroysku damurnar so høvið at fáa hevnd fyri tapið í gjár og tað fingu tær eisini. Ikki vóru 3 teir fyrstu 1/4 teir bestu, men í síðsta fjórðingi bar alt til. Føroysku damurnar endaðu við at vinna heili 43-39 og kann sigast at hetta var ein stórhending. Tær betraðu síni stig í øllum 4 dystunum og tað er einastandandi flott.

Les eisini...  Kvinnurnar hjá SÍ melda til altjóða CEV-kapping

Vit á FM1 hava fingið eitt sera gott tilknýti til kurvabóltin. Hetta er stórt og vit ynskja:

Lisu Froðadóttir Helmsdal, Hildur Dalsgaard, Kristinu Sofíu í Dávastovu, Mariu Suma Poulsen, Anniku Mørk, Riu Danielsen, Annu Hvidbro Berg, Rannvu Poulsen, Sigrid Lorensu Collis Midjord, Erlu Jansdóttir Petersen, Sigrið Johnsdóttir Ísheim, Annu Mariu Sloan Færø, Annu Petersen, Oddmari Kristiansson og Fríða í Geil Jensen stórt tillukku við frálíka avrikinum.