Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nullloysn á Tórsvølli

Fyri triðju ferð hesa vikuna, so endaði ein evropeiskur heimadystur 0-0. Bæði HB og Derry høvdu sínar málmøguleikar, men heldur ikki í kvøld kom nakað mál

Tórsvøllur: Ráðið fyri ferðslutrygd hevur havt stóra eydnu við teirra null-hugsjón í ferðsluni, og tað er líkt til, at føroysku liðini í Evropa hava sett sær fyri at seta líknandi herferð í gongd innan fótbóltin.

Føroysku liðini, sum spæla evropeiskan fótbólt hesa vikuna, hava trupult við skora mál, men tað positiva er, at útiliðini heldur ikki hava megnað at fingið mál í Føroyum, so tað kunnu vit altíð hava tað at peika á.

Undan dystinum í kvøld segði HB-venjarin, Jákup Martin Joensen, at útgangsstøði hjá HB var at byrja varliga, og síðan arbeiða seg inn í dystin so við, og tað var júst soleiðis at dysturin var fyrstu løtuna av dystinum.

Írskir miðlar, sum vóru til dystin í kvøld, vóru eitt sindur bilsnir, at Derry spældi við einari 4-3-3 spæliskipan, tí liðið spælir vanliga bretska 4-4-2 spæliskipanina ella 4-2-3-1, men tað var skjótt, at venjarin broytti hetta. Men tað koma vit til seinni.

Bæði liðini royndu at finna veikleikar hjá sínum mótstandara, so tað vóru ikki nógvir málmøguleikar fyrstu løtuna av dystinum.

HB hevði fyrsta veruliga vandamikla málmøguleika eftir trettan minuttum, tá Emil Berger læt skot falla, har bólturin tíverri fór á stongina.

Tríggjar minuttir seinni aftur gott samanspæl úti í høgru, har Áki Samuelsen leggur bóltin innfyri ein rættiligan frían Dan í Soylu, men skotið fór uppum.

Tað var HB, ið var farligari, og høvdu flestu málmøguleikarnar.

Tá 20 minuttir vóru leiktir royndi spælarin úr komandi Nato-landinum, Svøríki, Emil Berger, seg aftur við kanónini, men góða skotið fór beint við síðuna av.

Les eisini...  Halda tit at Liverpool FC klárar CL næsta ár?

Venjarin hjá Derry tók eitt taktiskt time-out, tá hann bað málverjan spæla skaddan, so hann kundi justera upp á liðið (Mynd: Heðin Weihe/FM1)

Tað sá ikki serliga gott út hjá Derry hesa løtuna, so venjarin hjá útiliðnum tók eitt taktiskt time-out, tá hann bað málverjin leggja seg niður og spæla skaddan, so hann kundi samla liðið hjá sær úti við síðulinjuna, har hann broytti eitt sindur upp á liðið, sum ein beinleiðis avleiðing av, at HB var við at seta seg á dystin.

Men í seinnu helvt av fyrra hálvleiki tók Derry yvir og legði eitt størri trýst á HB, sum hevði torført at spæla seg úr egnari hálvu, men okkurt hendinga langskot var tað einasta, sum norðurírska liðið, ið spælir í írsku fótbóltsdeildini, fekk burturúr trýstinum.

0-0 í hálvleikinum.

Byrjan av seinna hálvleiki var meira trivlandi fyri bæði liðini, ið høvdu trupult við at fáa nakað skipa spæl í lag.

Men sum seinni hálvleikur leið, byrjaði møðin at gera vart við seg hjá summum spælarum, og tað mundi kostað hjá HB, sum eftir at ein tími varð leiktur, sløsaði eitt sindur í vinstru síðu, soleiðis at høgri vongurin hjá útiliðnum kundi fara avstað móti baklinjuni, har hann leggur bóltin út frá, har McGonigle slapp at venda sær og skjóta móti HB-málinum, men eykamálverjin hjá HB, Bjarti Vitalis Mørk, var sum ein køttur niðri og fangaði bóltin.

Derry stóð fyri tí mesta, men HB smæddist ikki burtur. Tá tað restaðu 20 minuttir av dystinum var tað HB, sum átti tørn at fáa ein tilvildarligan málmøguleika. Hanus Sørensen er komin væl framvið í høgru. Innleggið hjá honum er eitt sindur forkølað, Derry-verjuspælari ruddar illa vekk, og bólturin dettur niður til innskifta Matthias Præst, sum skjýtur fyrstu ferð, men lukkutíð fyri útiliðið og áskoðararnar, so setti málverjin seg á bóltin, og forðaði harvið fyri, at bólturin fór í málið.

Les eisini...  Ákærdur fyri at spula vatn í andlitið á løgreglufólki, fyri hóttanir og fyri djórapínslu

Tíggju minuttir seinni bjargar HB-málverjin í tveimum umførum væl, tá Derry fyrst sendir ein stútara móti málinum, og í aðru atløgu eitt gott skot móti Bjarta, men hann bjargaði væl báðar ferðirnar.

0-0 týskvøldið, 0-0 í gjárkvøldið og aftur 0-0 í kvøld.

Um eina viku skal HB til Norðurírland at spæla móti liðnum, sum spælir í írskum fótbólti, men tað góða er, at Derry eisini hevur graslíki, so tá kann mann ikki skylda upp á grasið.