Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Anna Mohr Holm nýggjur stjóri í Trygd

Anna Mohr Holm er sett sum nýggjur stjóri í Trygd. Hon avloysir Brian Smedemark, ið hevur verið stjóri seinastu fimm árini

Í juni varð kunngjørt, at stjórin í Trygd, Brian Smedemark, fer í nýtt starv sum rakstrarstjóri í BankNordik. Í tí sambandi varð stjórastarvið í Trygd lýst leyst, og í dag er Anna Mohr Holm sett sum nýggjur stjóri. Hon tekur við starvinum tann 1. september.

– Trygd hevur seinastu árini ment nýggjar tryggingar til kundarnar, rokkið góðum fíggjarligum úrslitum og styrkt sína kappingarstøðu. Tað er tí eitt sterkt og nýhugsandi felag, ið vit nú lata upp í hendurnar á Annu Mohr Holm sum nýggjum stjóra og leiðslutoyminum í Trygd at føra víðari fram á leið, sigur Turið F. Arge, nevndarforkvinna í Trygd, í tíðindaskrivi.  

Anna er 47 ára gomul, útbúgving løgfrøðingur frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn og hevur drúgvar royndir úr føroyska tryggingarheiminum. Eitt skifti var hon deildarleiðari í Trygd, og seinastu árini hevur hon starvast í Betri Trygging.

Á myndini síggjast frá vinstru: Brian Smedemark, fráfarandi stjóri í Trygd, Anna Mohr Holm, nýggjur stjóri í Trygd, og Turið F. Arge, forstjóri í BankNordik-samtakinum og nevndarforkvinna í Trygd.