Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Badmintonsambandið fingið nýggja høvuðsstuðul

Trygd er nýggi høvuðsstuðulin hjá Badmintonsambandinum

Trygd og Badmintonsamband Føroya hava undirskrivað avtalu, ið hevur við sær, at Trygd verður høvuðsstuðul hjá Badmintonsambandinum tvey tey komandi árnini.

Badmintonsambandið sigur seg hava upplivað, at tilgongdin til ítróttina hevur verið góð seinastu árini, har badmintonspælarar hava fingið nøkur góð úrslit, tá tá tey eru uttanlands til kappingar.

Badmintonsambandið sigur eisini, at sambandið er í einari tilgongd at seta nýggjan landsliðsvenjara.

– Vit í Badmintonsambandinum eru tí sera fegin um stuðulsavtaluna við Trygd, sum leggur tryggar karmar um okkara virksemi at menna badmintonítróttina, og vit gleða okkum til góða samstarvið við okkara nýggja høvuðsstuðul.

– Badmintonsamband Føroya sær fram til eitt spennandi ár við nýggjum og spennandi avbjóðingum, og takkar Trygd fyri at vilja vera við á ferðini saman við okkum, skrivar Badmintonsambandið.