Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

HB mundi elvt til eina diplomatiska kreppu

Ein diplomatisk kreppa mundi tikið seg upp í gjár millum Føroyar og Írland, tá skeivt flagg varð vundið á stong á Tórsvølli í samband við dystin millum HB og Derry City. – Men alt kom skjótt í rættlag aftur, skrivar ein Derry City-viðhaldsmaður á skemtandi hátt á Twitter

Tað kann til tíðir vera trupult at halda skil á, hvat fyri flagg skal vindast á stong, og nær tað skal tað. Spyr bara danir, tá “føroyska” flaggið, Merkið, skuldi flaggað á øllum almennum bygningum í Danmark fyri fyrstu ferð í 2016 í samband við tjóðarhátíð føroyinga, ólavsøkuna. Ta árið høvdu fleiri danskir stovnar, eisini Ríkisumboðið í Føroyum fingið eitt “føroyskt” flagg sendandi at hanga upp. Trupulleikin var bara, at hetta “flaggið” var við skeivum sniði, har býtt var um upp á litirnar í krossinum á flagginum.

Men vit duga eisini at bongla við fløggum her heima eisini.

Í gjár var Europa Conference League-dystur millum HB og Derry City. Úrslitið av dystinum gjørdist 0-0, men undan dystinum – og stóran part í gjár – varð flaggað við skeivum flaggi á Tórsvølli, The Ulster Banner, sum flaggið hjá Norðurírlandi eitur.

Jú, gamaní, og tað skal eisini vera ábyrgdarmanninum av fløggunum til verju, at Derry – ella Londonderry, sum er almenna navnið á býnum – liggur í Norðurírlandi, nær við írska markið, men Derry City spælir í írsku fótbóltsdeildini, League of Ireland.

Tað var í 1972, eftir Bloody Sunday-hendingina í Londonderry, at ein avleiðing av hesum var, at fótbóltsliðið í býnum, Derry City, varð útihýst úr norðurírsku fótbóltsdeildini, og spældi ikki deildarfótbólt, nú í Írlandi, fyrr enn í 1985.

(Greinin heldur fram undir myndini)

(Norðurírska flaggið verður tikið niður, og trílitta írska flaggið verður vundið í húnar hátt – Mynd: Twitter)

The Ulster Banner hekk yvir Tórsvølli í nakrar tímar í gjár, men so hevur onkur frá Derry City-leguni gjørt vart við skeiva flaggið, sum bleiv strikað stutt eftir, og trílitta írska flaggið vundið á stong ístaðin.

Les eisini...  Ítróttarráðgevin hjá ÍSF vitjaði til eitt prát um Ítróttarfagnaðin sum verður leygarkvøldið í Løkshøll í Runavík

– Alt kom tíbetur skjótt í rættlag aftur í Føroyum, eftir at HB mundi elvt til eina diplomatiska kreppu millum Føroyar og Írland, skrivar ein Derry City-viðhaldsmaður á Twitter við einum skemtandi tóna.

Men soleiðis sum tað nú einaferð er á sosialum miðlum, so fer kjakið skjótt av sporinum, og tað gjørdi tað eisini í hesum føri, tá millum annað fólk úr Norðurírlandi takkaðu føroyingum fyri at gera eina politiska yvirlýsing – við at tilætlað hava flaggað við skeivum flaggi, og harvið veita stuðul til tey, sum vilja varðveita sameiningina til Bretlands.

Simon Collins, ið arbeiðir fyri Derry Journal, sigur í samrøðu við FM1, at umleið 90 prosent av teimum, sum búgva í Derry – ikki Londonderry, sambært honum sjálvum – kenna seg sum írar og vilja hava eitt sameint Írland aftur.

Íbúgvar í Derry, ella Londonderry, sum almenna navnið er, hava tað við at strika útyvir “London” á býarskeltum og skeltum annars.