Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ítróttarráðgevin hjá ÍSF vitjaði til eitt prát um Ítróttarfagnaðin sum verður leygarkvøldið í Løkshøll í Runavík

Á Ítróttarfagnaðinum, ið ÍSF skipar fyri fara Ítróttar-Føroyar at kjósa tey bestu úr føroyskum ítrótti fyri 2023 – umframt Heiðursskjal Poul E Petersen, ið verður latið fyri lívslangt avrik ítróttini til frama. Tiltakið verður í Løkshøll í Runavík komandi leygarkvøld. Tiltakið byrjar klokkan 19.

ÍSF er vertur fyri Ítróttarfagnaðinum.  Andras Nolsøe, ítróttarráðgevi hjá ÍSF var á gátt í studionum hjá FM1 til eitt prát um søguna aftanfyri tiltakið, ársins ítróttarfagnað og um hvørji eru tilnevnd til teir ymisku heiðrarnar.

Kostnaður fyri tiltakið er 250 krónur, og kunnu atgongumerki keypast á loksholl.fo
Við í prísinum er atgongd til tiltakið, after party, umframt okkurt drekkandi áðrenn tiltakið byrjar í salinum.
Talan er um 18 ára aldursmark. 

HER ber til at hoyra sendingina:

Andras-Nolsoee-ISF