Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Havnará letur upp leygardagin

Arbeiðið at gera Havnará er nú so at siga liðugt, og latið verður upp fyri ánni leygardagin

Leygardagin verður hátíðarhald í miðbýnum í Havn, tá latið verður upp fyri Havnaránni á Vaglinum aftur.

Arbeiðið at lata Havnará upp aftur hevur staðið á í næstan eitt ár, og tað er J&K Petersen, ið hevur framt arbeiðið.

Býráðið samtykti at lata Havnará upp aftur í juni mánaði í fjør, og upprunaliga skuldi verkætlanin kosta um 12 milliónir krónur. Verkætlanin dýrkaði kortini nakað, og endaligi kostnaðurin fyri verkætlanina liggur um 14 milliónir krónur.