Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sølvi: Tá vit vinna á liðnum sum vinnur á skandinavisku meistarunum eru vit góðir

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Jóan Paula Jacobsen siga frá teimum trimum málunum, ið komu í dystinum Víkingur-KÍ 2-1 (2-0). Hoyr Jóan Paula taka samanum dystin, og hoyr samrøðurnar Trygvi gjørdi við Sølva Vatnhamar hjá Víkingi og Árna Frederiksberg hjá KÍ. Sølvi helt fyri: – Tá vit vinna á liðnum sum vinnur á skandinavisku meistarunum eru vit góðir. Árni staðfesti, at dysturin var eitt reality-check fyri KÍ undan teimum stóru uppgávunum, ið eru fyri framman.

Myndir: Trygvi Absalonsen