Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Mjølnir skal til Holland

Lutakast um dystirnar í øllum kappingum fyri feløg í flogbólti er júst liðugt í Luksemburg. Her gjørdist greitt, at mótstøðuliðið hjá Mjølnir í Challenge Cup verður Numidia VC Limax Linne frá Hollandi

Tá Mjølnir kom úr pottinum, søgdu vertirnir í sjónvarpaða lutakastinum, at hetta var “history in the making for both club and country”, tí hetta er fyrsta altjóða luttøkan nakrantíð fyri eitt føroyskt flogbóltsfelag.

Mjølnir, sum til hesa kappingina ikki er styrkismett, kundi møtt 16 styrkismettum liðum úr stórum parti av Evropa. Millum hesi vóru Forde VBK úr Norra og Akaa Volley úr Finnlandi. Út frá einum fíggjarligum sjónarhorni var kanska heppið, at mótstøðuliðið úr Hollandi kom úr pottinum.

Numidia VC Limax linne endaði á einum 4. plássi seinasta kappingarár í hollendsku Eresdeildini.

Fyrsti dystur er ásettur til 24.- 26. oktober og seinni dysturin verður millum 31. oktober og 2. november. Mjølnir hevur heimavøll fyrst og skal nú saman við hollendska liðnum leggja dystardagarnar fastar.

Í stíðstu viku varð Badmintonhøllin góðkend til hesar dystirnar, so í oktober verður altjóða flogbóltur í Klaksvík.