Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tríggir landsliðsleikarar við sama navni

Tríggir mugu teir sjálvandi vera; allir við sama navni og ættaðir úr sama landi.

Í dag skal KÍ møta ungarska liðnum Ferencvárosi TC. Á liðnum hjá Ferencvárosi spælir ein ávísur Adama Traoré og navnið er kent í fótbóltsheiminum.

Hesin navnframi Adama Traoré er føddur og uppvaksin í Barcelona. Hann hevur eisini umboðað Spania á ymiskum ungdómslandsliðum og seinast eisini á A-landsliðnum. Bróðirin, Moha Traoré, umboðar kortini Mali, tí teir hava foreldur úr Mali. Adama Traoré er uppaldur á La Masia ella bóndagarðinum hjá FC Barcelona og spælir fyri Wiolverhampton Wanderers.

Á liðnum hjá Ferencvárosi TC er eisini ein Adama Traoré ella Adama Malouda Traoré, og ruðuleikin gerst fullkomin, tá tað finnast tveir A-landsliðsleikarar úr Mali, sum báðir eita Adama Traoré, báðir eru føddir sama mánaða sama ár og báðir hava spælt somu tíð í franska felagnum FC Metz.

Hin til vinstru á myndini eitur Adama Malouda Traoré og spælir við Ferencvárosi TC, hin mittasti er tann kendi Adama Traoré Diarra úr Wolves og vinstrumegin er tað Adama Noss Traoré.

Kl. 17.00 møtast Ferencvárosi TC og KÍ í Budapest.